Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Turkiska liðið, ið byrjaði á vøllinum, tá Turkaland og Føroyar hittust í Istanbul tann 4. juni í ár - Mynd: Hans Erik Danielsen

Turkiska liðið, ið byrjaði á vøllinum, tá Turkaland og Føroyar hittust í Istanbul tann 4. juni í ár - Mynd: Hans Erik Danielsen

Turkiska liðið, ið byrjaði á vøllinum, tá Turkaland og Føroyar hittust í Istanbul tann 4. juni í ár - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Skrúva vit tíðina aftur til tann 16. juli í 1991, finna vit eitt av bestu úrslitum hjá føroyska A-landsliðnum við monnum. Frammanfyri omanfyri 5.000 áskoðarum hendan summardagin spældu Føroyar og Turkaland nevniliga venjingardyst á Ovara vølli í Gundadali.

Úrslitið gjørdist javnleikur 1-1. Tá seks minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, legði Todi Jónsson Føroyar á odda. Men tá tólv minuttir vóru eftir, javnaði Mandirali Hami fyri turkar.

Í fyrra dystinum í hesum umfarinum, sum var í Istanbul í summar, vunnu turkar 4-0, og tá sást eisini, at talan er um eitt sterkt lið. Hetta sæst eisini aftur á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA, har Turkaland í løtuni er nummar 42 av teimum 211 londunum, sum eru í felagsskapinum.

Atgongumerki til UEFA Nations League dystin millum Føroyar og Turkaland, sum verður á Tórsvølli sunnukvøldið klokkan 19:45, fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Sølan hevur higartil gingið hampuliga væl, og leygarkvøldið vóru beint omanfyri 2.500 atgongumerki seld.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo