Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

4 kór og 1 tónleikabólkur fara leygarkvøldið á pall í Norðurlandahúsinum, har tey fara at framføra tónleik eftir tónaskaldið Kára Bæk, sum fylti 70 í september.

Tónleikabólkurin er sjálvandi Aldubáran, og kórini eru Vestmanna Sangkór, Tórshavnar Kamarkór, Tarira og Tórshavnar manskór.

Øll hava tey til felags, at Kári hevur skrivað teimum tónleik, og kórunum hevur hann øllum dirigerað.

Konsertin er leygarkvøldið 24. oktober kl 19.30, og hon er fullsett. Tó verður hon stroymd, so øll kunnu fylgja við.

Sí leinkjuna á nlh.fo.

Kári hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum í yvir 40 ár. Fyrst sum kór- og orkesturleiðari og tónleikari, men seinni í stóran mun eisini sum tónaskald.

Fyrstu verkini hjá Kára vóru útsetingar fyri kór, men seinni hevur hann skrivað ein hóp av tónleiki fyri bæði solistar, ensemble, kór og symfoniorkestur. Kári hevur vunnið og verið í uppskoti til eina røð av virðislønum.

Í 2012 varð hann t.d. tilnevndur til Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri verkið Askur og Embla, og í 2000 vann hann við verkinum Heimahøllin aðru virðisløn í kapping um at skriva ólavsøkukantatu til túsundáraskiftið.

Kári fær javnan bíleggingar frá tónleikarum og kórum bæði her heima og uttanlands, og tónleikur hansara hevur verið framførdur av m.a. heimskendu London Symphony Orchestra, sum spældi tónleikaævintýrið Veiða Vind í 2019, og víðagitna vokalbólkinum The King’s Singers, sum tvær ferðir hava sungið vælumtókta sangin Summarkvøld.

Summarkvøld umframt onnur kend kórverk sum Jarðareyga, Nun lob mein Seel, Brót so stillan og Nú rennur sólin fríð hoyra øll til tann føroyska kórskattin, sum føroysk kór javnan framføra.

Skráin til konsertina verður ein blanding av instrumental- og kórtónleiki, og skal lýsa virksemið hjá Kára hesi seinastu 40 árini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo