Kids athletics eru ymisk spøl og kappingar fyri børn í øllum aldri, har endamálið er at røra seg, hugna sær og koma hvør øðrum við. Á tiltakinum er møguleiki at kasta, hoppa, renna og so framvegis og kunnu øll luttaka heilt frá smáum til stór børn tí tiltakið verður skipað eftir teimum sum møta upp.
Treysti er og vitjar í Suðuroynni og leggur hetta tiltakið til rættis, samstundis sum íðkarar eru við til BETRI VK-7 kappingina sunnudagin.
- Øll eru vælkomin til ókeypis barnatiltakið í Marghøllini í Vági á Grækarismessu, leygardagin 12. mars frá kl. 14-15, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo