Skotski sangarin, Lewis Capaldi, sum verður at hoyra á G! í summar, gav síðsta fríggjadag út fyrstu fløguna, “Divinely Uninspired to a Hellish Extent”.
Aftaná nakrar dagar á marknaðinum selir hann longu meira enn Top 10 nøvnini tilsamans, so spennandi verður at síggja uppgerðina fyri fyrstu vikuna í ovurmorgin. Trý av løgumum eru longu á Top 10 listanum fyri stakløg hesa vikuna og hann kom eisini á altjóða Top 10 listan hjá Spotify. Í dag var hann eisini at síggja á amerikanska Billboard Top 100 listanum.
22 ára gamli sangarin hevur veruliga gjørt um seg á sosialu miðlunum við sínum lætta, skemtingarsama og ofta sjálvatfinningarsama lyndi. Ungi tónleikarin hevur havt eina óvanliga skjóta og beina leið upp í hæddirnar. Hóast hann endaði 2018 við tilnevningum til Brit Awards, so hevði eingin ímyndað sær, at 2019 skuldi verða so framúrskarandi.
Í framhaldi av hesum hevur hann kunngjørt eina stóra stadion/arena konsertferð í Bretlandi. Konsertin í stóru Wembley Arena varð útseld eftir einum minutti, og eyka konsertin, varð eisini útseld eftir stuttari tíð. Allar framførslur hansara eru útseldar í 2019, og stóra konsert ferð hansara í Bretlandi í 2020 varð útseld uppá undir 10 minuttir. Møguleiki er tó enn at uppliva Lewis Capaldi á sandinum í summar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo