Robert Lewandowski er kosin ársins leikari hjá monnum av Fifa.
32 ára gamli áleyparin hjá Bayern München hevur skorað 73 mál síðstu sesong í 64 dystum.
Eingin annar leikari í størstu kappingunum í Europa er komin honum nær.
Hetta var fimtu ferð at ársins leikari er valdur. Áður hava Cristiano Ronaldo, í 2016 og 2017, Luka Modric, í 2018, og Lionel Messi, í 2019 vunnið heiðurin.
Av kvinnunum stóð kappingin millum Lucy Bronze (Lyon/Manchester City), Pernille Harder (Wolfsburg/Chelsea) og Wendie Renard (Lyon), og vann Bronze kappingina og gjørdist ársins kvinnuligi leikari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo