Fyri fyrstu ferð er nú gjørligt hjá samkyndum pørum at gerast løgliga góðkend í Letlandi.
Tað skrivar tíðindastovan AFP.
Nýggja lógin gevur harvið samkyndum pørum somu rættindi sum hinskyndum.
Við nýggju lógini í Letlandi eru tað bert Bulgaria, Litava, Pólland, Rumenia og Slovakia, sum ikki loyva skráseting av pørum av sama kyni millum ES-londini, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo