Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Virðið ungdómin, so ungdómurin kann virða landið.

Hvussu ber tað til, at vit í einum so framkomnum samfelag sum vit hava í Føroyum, siga við okkara ungdóm, ið ynskja sær útbúgving, at tað loysir seg betur fyri tey fíggjarliga at fara uttanlands at útbúgva seg, enn at útbúgva seg í Føroyum?

Ynskja vit ikki, at vit ungu skula vilja búleikast og lesa í Føroyum?

Um eg fari niður til Danmarkar til hægri lesna, fái eg studning áljóðandi 6.397 kr. um mánaðin. Eftir skatt er upphæddin áleið 5.400 kr. Samstundis fái eg íbúðarstuðul og lægri kostnað á innkeypsvørum.

Alt í alt, so eru mínir møguleikar fyri einari hægri livigóðsku, sum lesandi, betri í Danmark enn í Føroyum.

Er hettar veruliga tað, vit ynskja? Er hettar at virða ungdómin?

Føroyar eiga og skulu vera eitt samfelag, har ungdómurin kann blóma. Ungdómur gevur samfelagnum framgongd, mentan, hugsjón, arbeiðsmegi og mangt annað.

Hví reka vit so tey ungu av landinum?

Tað er einki dulsmál, at tað er blivið dýrari at liva í Føroyum seinastu árini. Og sjálvt um lestrarstuðulin verður prístalsjavnaður, í mun til livikostna og annað, so er hesin frymilin bert nøktandi, um stuðulin var nóg høgur at byrja við.

Tað var hann ikki.

Tí er  studningurin, hóast prísstalsjavningina, afturúrsigldur og fer altíð at vera tað.

Til dømis er stuðulin farin úr 4.362 kr í 2018 til 4.484 kr. undanfarna skúlaár.

Hettar er langt frá kappingarført við millum annað Danmark.

Stuðulin skal upp á 5.400 kr um mánaðin!

Tí ynski eg, at vit hækka stuðulin til hægri lesna til 5400 krónur, soleiðis, at vit eru kappingarfør á hesum økinum.

Vit vita, at tey ungu í Føroyum nýta tað mesta av teirra pengum í Føroyum.

Tí er hettar ein fíggjarlig íløga, men ikki minst ein menniskjalig íløga, har vit geva okkara ungdómi tað virðing, tey hava uppiborið.

Vit eiga at vera errin av at vera føroyingar, eisini errin av at vera føroyingar undir hægri lesnaði í Føroyum!

Virðið ungdómin, so ungdómurin kann virða landið.

Heri Danielsen
Formaður í Unga Sjálvstýri

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo