Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnan frættist um, at tað kann vera trupult at luttaka á teimum drúgvu skeiðunum í føroyskum sum annaðmál. Tilflytarar koma í stóran mun til Føroya fyri at taka upp arbeiði, sum føroyska samfelagið hevur tørv á at fáa framt.

Eftir loknan arbeiðsdag ber til at fara á styttru kvøldskúlaskeiðini kring landið at fáa gongd á at læra føroyskt og fáa styrkt vitanina um føroyska samfelagið og mentanina her.

Men skulu tey læra føroyskt skjótt og væl, so má tíð setast av til tess, og í fleiri ár hevur tilboð verið um dagskúla ymsastaðni, har tilflytarar kunnu lesa hálva tíð –antin fyrrapart ella seinnapart. Hetta ber til hjá summum, men verri enn so øllum.

Arbeiðsmarknaðurin er fjøltáttaður og viðurskiftini hjá tilflytarum ymisk, og tað ber ikki til hjá øllum at luttaka á teimum drúgvu skeiðunum – antin tí at tey ikki kunnu fara frá sínum arbeiði í tí tíðarbilinum, sum skúlatímarnir liggja, ella tí at fíggjarliga støðan ikki loyvir, at tey einans arbeiða hálva tíð ella gott tað, tað rúma tíðarbil, sum tað tekur at ogna sær hollan førleika í føroyskum.

Og her kemur spurningurin um lestrarstuðul inn í myndina. Tí um tilflytarar, sum taka drúgvu skeiðini, lesa upp ímóti 20 tímum í eini alment góðkendari útbúgvingarskipan og lúka treytirnar fyri lestrinum annars, eru so ikki orsøkir til at umhugsa at geva hesum bólki lestrarstuðul tað tíðarskeiðið?

Tí havi eg sett landsstýrismanninum í útbúgvingarmálum hesar spurningar:

- Er heimild ella serstakur møguleiki fyri at byrja at veita lesandi í føroyskum sum annaðmál lestrarstuðul?

- Eru ætlanir um, at tey, sum lesa føroyskt sum annaðmál, skulu kunna søkja um at fáa lestrarstuðul?

- Um ja, nær kann ein slíkur møguleiki gerast veruleiki?

Hanna Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo