3. sunnudag í advent verður lestrarløta í Vágs Kirkju, har serligur dentur er á at løtan eisini er í barnahædd.
Til lestrarløtuna er tað deknurin gjøgnum mong ár Elin Jacobsen ið byrjar og endar, samstundis sum hon hevur fingið Finn Johannessen afturat sær, til at fortelja søgu og stíla fyri nøkrum jólasangum til børnini.
Umframt at søga og sangir eru til børnini, so kemur Martin Restorff at leiða felagssangin við góðum orgulspæli.
Øll eru hjartaliga vælkomin til hesa lestrarløtuna í Vágs Kirkju, ið er 3. sunnudag í advent kl. 11.00 og er liðug umleið 11.50, sigur Vágs kirkja í tíðindaskrivi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo