Nú í summar bjóðar Tórshavnar kommuna lesandi at sita á Býarbókasavninum. Lestrarhølini verða á ovastu hæddini, og í summar verður hæddin latin lesandi burturav. Hetta er aðru ferð, at tænastan verður á Býarbókasavninum. Hølini liggja væl fyri við sjálva gongugøtuna.
Í lestrarhølinum kunnu lesandi sita í frið og náðum og arbeiða við uppgávum og lestri annars.
Hetta er eitt tilboð til teirra, ið eitt nú eru heima í summarfrí og hava tørv á einum friðarligum staði at lesa og arbeiða.
Støðugt fleiri lesa eisini á Setrinum í Føroyum, og tí er hetta eisini eitt hent stað hjá hesum at savna seg um lesnaðin í friðarligum umhvørvi í summar. Øll lesandi á hægri lestri eru vælkomin at nýta hølini.
Lestrarhúsið er opið frá 27. juni til 21. august 2016, og tað verður opið, tá ið Býarbókasavnið er opið.
Upplatingartíðir:
mánadag - hósdag: 9 -21
fríggjadag: 9-18
leygardag: 10-16
sunnudag: 14-17
Býarbókasavnið og lestrarhúsið er stongt á ólavsøku.
Snarskivan svarar spurningum viðvíkjandi lestrarhúsinum, tel 30 20 10.
Ókeypis net er í lestrarhølinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo