Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna bjóðar aftur í ár lesandi at sita á Býarbókasavninum um jólini. Lestrarhølini verða á ovastu hæddini og verða latin lesandi burturav frá 15. desember til 15. januar. Hetta er aðru ferð, at tænastan verður á Býarbókasavninum um jóltíðir. Hølini liggja væl fyri við sjálva gongugøtuna.

Í lestrarhølinum kunnu lesandi sita í frið og náðum og arbeiða við uppgávum og lestri annars.

Hetta er eitt tilboð til teirra, ið eitt nú eru heima í jólafrítíðini og hava tørv á einum friðarligum staði at lesa og arbeiða.

Støðugt fleiri lesa eisini á Setrinum í Føroyum, og tí er hetta eisini eitt hent stað hjá hesum at savna seg um lesnaðin í friðarligum umhvørvi um jólini. Øll lesandi á hægri lestri eru vælkomin at nýta hølini.

Lestrarhúsið er opið frá 15. desember 2016 til 15. januar 2017, og tað verður opið, tá ið Býarbókasavnið er opið.

Upplatingartíðir:
 mánadag - hósdag: 9 -21
 fríggjadag: 9-18
 leygardag: 10-16
 sunnudag: 14-17

Býarbókasavnið og lestrarhølið er stongt hesar dagar: 24., 25., 26. og 31. desember og 1. januar.

Snarskivan svarar spurningum viðvíkjandi lestrarhúsinum, tel 30 20 10.

Ókeypis net er í lestrarhølinum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo