Skúlablaðið: Um trupulleikin er tann, at ongin er, ið brúkar kantinuna, loysir tað ikki trupulleikan, at ongin sleppur inn í hana, siga næmingar á Námsvísindadeildini. Eisini siga tey, at tey hava enntá spurt um ein lykil, so tey kunnu seta seg har at eta ella lesa, men svarið er nei.
Kanska hevði tað verið eitt hugskot at latið kantinuna upp aftur, nú lesandi hava víst henni áhuga? Lesandi siga eisini, at tað er stórur saknur í einari kaffimaskinu, so ein ikki skal gjalda heilar 20 krónur bert fyri tann eina koppin, ið tað kostar í Magn. Um har var ein kaffimaskina, har ein bert skuldi gjalda fimm krónur fyri koppin, so hevði hugurin verið størri at sita á skúlanum enn at fara yvir í Magn, bert fyri ein kaffikopp.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo