Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Á ólavsøkuni í ár verður bæði middagssangur, midnáttarsangur og dansur. Eisini verður kappróður, skrúðgonga, framsýningar, spælibásar og alt tað, sum hoyrir ólavsøkuni til.

Á síðu okkara um ólavsøkuna kanst tú taka skránna niður á enskum og føroyskum. Her finnur tú eisini sangheftini til middagssangin og midnáttarsangin, kanst kunna teg um broytingarnar í skránni, fáa yvirlit yvir ferðsluavmarkingarnar og lesa um trygdarviðurskiftini á ólavsøkuni.

Síðu okkara um ólavsøkuna finnur tú her:

Ólavsøka 2022

Fleiri broytingar í skránni
Skráin fyriliggur sum prentaður faldari, ið fæst á Snarskivuni, Visit Tórshavn og onnur støð í býnum. Skráin finst eisini sum pdf-fíla á temasíðu okkara. Gev tó gætur, at fleiri broytingar longu eru gjørdar í skránni, síðan faldarin fór til prentingar. Til dømis eru klokkutíðirnar fyri skrúðgonguna, korsangin og løgtingssetanina broyttar.

Vilt tú tryggja tær, at tú sært eina dagførda skrá við øllum broytingum, er tískil frægast at halda seg til skránna á temasíðu okkara, sum verður dagførd líka til mikudagin 27. juli kl. 15.

Ferðsluavmarkingar og bussleiðin á ólavsøku
Fleiri vegir í miðbýnum verða stongdir á ólavsøku. Á síðu okkara um ólavsøkuna sært tú, hvørjar vegir, hvørjar dagar og hvørjar klokkutíðir talan er um.

Á ólavsøku koyrir bussleiðin eftir serstakari ferðaætlan.

Les meira um ferðsluviðurskiftini her:

Ólavsøka 2022 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo