Vinafelagið Føroyar-Ísrael hevur aftur í ár "OPIÐ HÚS" á Ólavsøku. Hetta er tíggjunda árið á rað, at fólk hava høvi at støkka inn á gólvið í Sloans húsi, har ein kaffimuður við onkrum góðum afturvið er at fáa.
Filmur úr Ísrael verður at síggja; kunnað verður um arbeiðið í felagnum og ein lítil bóka- og fløgusøla er eisini.
Báðar dagarnar, Ólavsøkuaftan og Ólavsøkudag er opið kl. 15.00 til 20.00.
Ólavsøkuaftan kl. 16.00 hugleiða Elsa og Róland í Skorini um Ísrael, landið og fólkið. Eisini fara Lena og Niclas at syngja nakrar sangir.
Les meira á www.shalom.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo