Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

OY Voxbotn 2023: Lena Anderssen er kend sangarinna í Føroyum og hevur givið út fleiri útgávur. Nú verður hon at hoyra á Voxbotn 2023, á fyrsta sinni.

Hon varð fødd í Føroyum, hevur føroyska mammu og norskan/canadiskan pápa. Hon hevur eisini búð í Canada, men flutti sum ung aftur til Føroya og hevur hon ríkað oyruni hjá føroyingum síðan. Tað hoyrist á tónleiki hennara, at hon hevur canadiskar røtur, tí tað munnu vera fáir føroyingar, ið syngja enska málið eins væl og hon. 

Saman við manni sínum Niclas Johannesen, hevur hon útgivið fleiri útgávur og hava tær verið sera væl móttiknar. Nakrir sangir hava eisini megnað at koma útum landoddarnar, t.d sangirnir ‘Aimee’ og ‘The Airport’ sum hava verið spældir á eitt nú P4 í Danmark og BBC í Bretlandi.

Vit kenna eisni sangirnar I Still Love You, Oh My Lady, Home Sweet Home og Oh Brother With The Broken Wing, ið nú fara at hoyrast live, mitt í býnum í Havn. Tað verður uttan iva ein góð løta, so tak ein góðan undir armin og kom og njót konsertina vikuskifti 23. og 24. Juni 2023, tá OY Voxbotn 2023 verður á skrá.

Frammanundan er greitt, at Nathan Evans, Topgunn, Katrina frá Katrina & The Waves, RSP Faustix, Marius, Lamin, Artigeardit, Maggie Reilly, Eyðun og Terji koma á OY Voxbotn 2023.

Vit gleða okkum at kunngerða enn fleiri nøvn, tí OY Voxbotn 2023 verður størri enn nakrantíð og í heili 2 dagar.

Forsøluprísurin til OY Voxbotn er kr. 995,- og atgongumerki fáast hjá Effo kring landið, í Power í SMS, Kunningarstovuni í Steinatúni og á www.ebillett.fo,

OY Voxbotn 2023 í samstarvi við SMS, Atlantic Airways, OY, BankNordik, Posta, eta, Burger King, effo, Coca Cola og Nema

Les meira á www.voxbotn.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo