Yvir 100 sjálvboðin hava nú í tveir dagar leitað eftir Nessie, sum skotar siga, og hóast onki kann prógvast, so kom ikki onki burturúr.
Við BBC sigur ein av eldhugaðu luttakarunum, at nýggj og framkomin útgerð varð brúkt hesaferð, millum annað til at lurta við, og tað var heilt týðuligt, at nøkur ljóð vóru at hoyra, sum ongin veruliga kann útgreina. Tíverri fingu tey ikki tikið ljóðini upp, verður lagt afturat.
Søgnin um Loch Ness ódjórið er heilt gomul. Fyrstuferð nakað er fest á blað er í árinum 565. Í 2019 hildu serfrøðingar seg tó hava funnið eina møguliga frágreiðing, tí heilt nógvur állur er í vatninum, og teir kunnu gerast rættuliga stórir.
Men, sum onkur segði. So leingi onki kann sigast við vissu, livir søgnin víðari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo