Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Forlagið Fannir: Jóhann Sigurjónsson (1880-1919) skrivaði henda leikin í 1911. Leikurin verður í íslendskum bókmentum mettur sum ein hin best umtókti og mest spældi. Hann var t.d. ein av trimum leikum, sum framførdir vóru, tá ið Tjóðleikhúsið varð vígt í 1950 – fyri sjeyti árum síðani.

Petra Djurhuus (1892-1975), ættað úr Nólsoy, týddi leikin til føroyskt. Hann er prentaður í ”Varðanum” 21. bindi, 1941.

”Fjalla Eivindur” er, tað vit vita, spældur í Føroyum í fimm umførum: Í Havn í 1938, í Sandavági í 1942, í Klaksvík í 1955 og 1989 og í Húsavík í 1977. – Í 1961 varð leikurin sendur sum ljóðmynd í útvarpinum.

Viðmerkingar eru skrivaðar til henda leikin eins og til allar hinar í røðini.

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis.

Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd.

Leikrit 31 er 158 síður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo