Tórshavnar Súkklufelag: Suðuroyggin var karmur um 4. etapu av Leif Mohr Kring Føroyar. Súkklað var av Tvøroyri, til Hvalba, til Øravík, um Hovsegg, til Hov, til Porkeri, til Vágs, til Lopara og síðan gjøgnum Sumbiarbergholið. Vent var í Sumba og so gekk leiðin aftur gjøgnum tunnilin, og á mál í Vági.
Eins og undanfarin ár, so var málið við Effostøðina í Vági.
Teinurin var góðar 64 kilometrar, og tað tók vinnarinum beint yvir tveir tímar at koyra teinin. Vinnarin, Jákup Petur Eliassen, brúkti 2 tímar 7 minuttir og 15 sekund frá Tvøroyri, til Hvalba, og so allan vegin til Sumbiar, og aftur á Vág.
Longu í Øravík slapp Jákup Petur frá Hilmar Hansen, og sluppu teir báðir frá hinum súkklarunum í Trongisvági.
Veðrið var ikki júst summarveður. Tað var vátt og tað var grátt, men lagið á súkklarunum gott.
Meðan Jákup Petur súkklaði undan Hilmar, so gjørdi Hilmar alt fyri at koyra undan Boga Gregersen, Casper Rosen, Andrass Joensen og Gunnar Dahl-Olsen, sum arbeiddu væl saman fyri at minka um munin upp til Hilmar. Kvartettin arbeiddi væl saman og tað styttist fram til Hilmar. Komnir til Sumba so var munurin bert 35 sekund. Men knáur var hann, og tá Andrass, Bogi og Gunnar vóru við Núpin ávegis á mál, tá góvu teir upp at fáa Hilmar aftur, og fóru ístaðin at koyra móti hvør øðrum, og nú heldur at jagstra bronsu heiðursmerkið.
Bogi legði hart út við Núpin, meðan tað var Andrass sum setti ferðina upp tá umleiðis ein kilometur var eftir. Men góðar 300 metrar frá málinum fór Gunnar framvið Andrass og koyrdi nú tað hann var mentur, men Bogi var beint í hølunum, og tað styttist. Endin var at Gunnar gjørdist nummar trý, Bogi fekk 4. plássið, og Andrass gjørdist nummar 5.
Fýra kvinnur vóru við til 1. etapu. Tvær til 2. etapu, og síðan hevur Súsanna Skylv verið einsamøll kvinna. Gjøgnumførur hon í morgin, finaludagin, so verður hon samlaður vinnari hjá kvinnum. Hon er sterk, og hon hevur fingið góðar tíðir allar dagarnar, hóast tað serliga var fyrsta dagin, at hon brillieraði, tá hon vann á flest øllum monnunum í 24 kilometur Einkultstartinum í 1. etapu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo