Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tá fíggjarætlanin 2025 hjá Tórshavnar Býráð var til endaliga samtykt á býráðsfundi í gjárkvøldið, legði eg soljóðandi broytingaruppskot fram - sitat úr gerðabókini:

“Fluttar verða verða 2 mió. kr. av konto 6275 Miðbýarætlanin og 1 mió. kr. av konto 8175 Parkering, yvir á grein 3 við tí endamáli at taka leiðslunormeringina úr normeringini á dagstovnaøkinum.”

Atkvøtt varð um broytingaruppskotið, ið var samtykt við sjey atkvøðum fyri og seks ímóti.

Fyri atkvøddu. Birita Baldvinsdóttir, Tróndur Sigurðsson, Kári Johansen, Súna Mørk, Annfinn Brekkstein, Birgir Nielsen og Súsanna Olsen

Ímóti atkvøddu: Heðin Mortensen, Kristianna Winther Poulsen, Elsa Berg, Gunvør Balle, Jákup Dam og Annika Olsen.

Øll hava tosað um at betra umstøðurnar á dagstovnaøkinum í valstríðnum til kommunuvalið 12. nov. 2024, og serliga at taka leiðslunormeringina úr normeringini á dagstovnaøkinum. Umsitingin hevur upplýst, at tað fer at kosta uml. 5,5 mió. kr. at taka leiðsunormeringina úr normeringini á dagstovnaøkinum.

Fyri at fáa gongd á málið, legði eg omanfyristandandi broytingaruppskot fram. Eg var sannførdur um, at tað fór at verða einmælt samtykt, men komandi samgonga atkvøddi ímóti. Tað sum serliga harmar meg er, at komandi borgarstjórin atkvøddi ímóti.

Tí takki eg teimum, sum atkvøddu fyri uppskotinum og harvið vístu, at tey meina nakað við at uppraðfesta dagstovnaøkið og handla harútfrá og gjøgnumføra tað.

Onnur bara tosa og handla ikki.

Annfinn Brekkstein
formaður í Mentamálanevndini

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo