Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Umframt at hava arbeitt á flestu oyggjaleiðunum hjá Strandferðsluni í nógv ár, hevur undirritaði arbeitt uttanlands hjá Scandlines, DFDS, HH-Ferries og Fjordline og siglt á sjóvegis farleiðunum millum Gedser-Rostock, Esbjerg-Harwich(niðurløgd í 2014), Helsingør-Helsingborg og Hirtshals-Kristiansand. Harumframt hevur undirritaði ferðast fleiri ferðir á leiðunum Svendborg-Ærøskøbing, Spodsbjerg-Tårs, Fynshav-Bøjden og Sj.Odde-Århus í Danmark.

Hesum sjóvegis farleiðunum er lív lagað, hóast koyrandi er millum lond og landspartar.

Umframt Ærø ber til at nevna Fanø og Samsø, sum eisini bert hava sjóvegis farleið til meginlandið. Á øllum hesum farleiðum verður flutningstørvurin nøktaður við álítandi flutningstólum allar ársins tíðir. Summar av nevndu farleiðunum verða riknar av partafeløgum. Aðrar farleiðir eru kommunalar, men fyri 15-25 árum síðani vóru fleiri av farleiðunum riknar av danska statinum á sama hátt sum Strandferðslan verður rikin av tí almenna í Føroyum.

Óansæð stovnsbygnað hava allar hesar farleiðirnar uttanlands flutt fólk, bilar og farm uttan trupuleikar. Skip eru tøk alt árið, og ongir trupuleikar eru við at finna egnaði avloysaraskip, tí avloysaraskipini eru partur av flotanum. Allar farleiðir hava minst tvey skip tøk, og soleiðis ber til at hava strandasigling uttanlands.

Hví ber tað so ikki til í Føroyum?

Orsøkin: ANNAÐ ÚTGANGSSTØÐI!

Uttanlands er flytningstørvurin (les: fólk, bilar og farmur) útgangsstøðið í virkseminum. Í Føroyum er útgangsstøðið flutningsútgerðin (les: skip og bátar)!

Uttanlands verða skip keypt, bygd og seld til tørvin, og verða tey harumframt sett inn og tikin úr sigling sum árstíðirnar loyva tí ella leggja upp til eins og túratølini á ymsu farleiðunum sveiggja millum háárstíð og lágárstíð.

Uttanlands hava flutningsfeløgini/stovnarnir virkisætlanir, ið laga virksemið til tørvin fleiri ár fram í tíðina. Tænastan er á høgum støði alt árið, skip verða tikin úr sigling vegna lágárstíð, útleigan, eftirlit v.m og sett inn aftur so hvørt sum tørvurin aftur økist.

Í Føroyum er ørvísi. Leiðslan á Strandferðsluni leggur dent á flutningsútgerðina og viðlíkahaldsarbeiði, og tekst - so at siga - ikki við annað enn at halda verandi flota flótandi, ístaðin fyri at fylgja gongdini í føroysku samferðsluni.

Í Føroyum er fiskaútflutningurin øktur, ferðavinnan er vaksin og føroyingar ferðast meira í egnum landi enn nakrantíð. Hevur stovnurin kunnað politisku skipanina so við og við um broyttu ferðamynstrini og økta flutningstørvin?

Á Sjógøtu 5 á Tvøroyri hevur leiðslan sovið í tímanum, ímeðan samfelagið hevur ment seg seinnu árini, hóast fólk, stovnar og fyritøkur leingi hava rópt varsgó. Hví hevur leiðslan ikki lurtað?

Rætt er, at politiska skipanin varar av flutningsútgerðini og skal játta pening til raksturin og íløgur, men leiðslan á Strandferðsluni má javnan kunna politisku skipanina um gongdina og broytingarnar í samferðsluni, so neyðugar íløgur kunnu gerðast fyri at nøkta tørvin. Hetta er ikki gjørt!

Kanska vóru Sildberin og Hasfjord góðar íløgur fyri fáum árum síðani, men Hasfjord varð ein bráloysn, tí tørvurin á Skopunarleiðini øktist knappliga av m.a. tunnilsarbeiðnum. Erla Kongsdóttir var regulert sveimarí hjá leiðsluni og er tað sera avmarkað, hvat hon kann brúkast til. Herjolfur III sum einsamalt avloysaraskip fyri Smyril er væntandi proportiónssansur og reguler falliterklering.

Við øðrum orðum: SKEIVT ÚTGANGSSTØÐI, SKEIVAR LOYSNIR!

Skal Strandferðslan nakrantíð koma fyri seg aftur, má leiðslan viðganga, at hon hvørki hevur kent flutningstørvin, fylgt gongdini í samferðsluni gjølla ella verið varug við broytingarnar í føroysku samferðslumynstrunum.

Herfyri fór Hilmar Eliasen frá sum stjóri, men lítið hjálpti tað uppá støðuna. Leiðslan og virkandi stjórin halda fram við gomlu arbeiðsháttunum, ímeðan politiska skipanin yppar øksl, og ikki veit síni livandi ráð.

Spyr man bert, hvat skip og hvør bátur kann brúkast, finnur man ongantíð útav, hvør veruligi tørvurin er, og hvussu hann broytist yvir dag og ár. Av somu orsøk finnur man heldur ikki røttu skipini. Man fær av tí sama heldur ikki nøktandi ferðaætlanir, neyðuga bíleggingarskipan ella tíðarhóskandi prísloysnir.

STRANDFERÐSLAN ER Á EINUM VEGAMÓTI!
Ongantíð áður hevur umdømið hjá Strandferðsluni verið so ringt sum í dag. Viðskiftafólk boykotta avgerðirnar hjá stovninum. Borgarstjórar mótmæla loysnirnar hjá stovninum og eisini fyrrverandi landstýrismaður í samferðslumálum (Jacob Vestergaard) hevur givið leiðsluni almenna missálitisváttan.

HVAT KANN MAN SO GERA?
Skal Strandferðslan framyvir reka dygdargóðar sjóvegis farleiðir, noyðist stovnurin at taka útgangsstøði í tí, sum fer fram í føroysku ferða- og flutningsmynstrunum, bæði her og nú, men eisini í framtíðini.

Virkisætlan (strategi) má gerðast, so

1. tænastan og títtleikin aftur kann koma í hásæti - eisini tá eitt skip verður tikið úr sigling,

2. flutningsútgerðin altíð er dagførd og í tráð við flutningstørvin og

3. útreiðslurnar verða javnar.

Tað kann sagtans lata seg gera, at fáa Strandferðsluna á rættan kjøl aftur, men tað krevur hugburðsbroyting, nýhugsan og rætt útgangsstøði. Flutningstørvurin má vera útgangsstøði, so íløgur kunnu gerast í rætta útgerð.

Hetta loysir ætlanin um at gera Strandferðsluna til partafelag neyvan. Partafeløg krevja virkisætlan, ið er framskygd. Hetta kann óiva fremjast í framtíðini, men fyrst má stovnurin byggjast upp aftur frá grundini av, og neyðugt er eisini við skikkaðum fólki við viðkomandi vitan, royndum og førleikum, skal hetta eydnast.

Heilsan
Ólavur Eysturdal
Fyrrverandi dekkari hjá SSL

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo