Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sunda kommuna: Bussleiðin hjá Sunda kommunu hevur koyrt í økinum síðan 2017 og í dag er sáttmáli undirskrivaður við HK Bussar um at røkja bussleiðina í Sundalagnum fram til á sumri 2028.

Nú Bussleiðin er borðin út eru Sunda kommuna og Eiðis kommuna farnar í samstarv um Leið 1, so at Leið 1 frá 1.mars 2024 kemur at koyra úr Hósvík til Eiðis. Leið 1 verður framyvir koyrt við tveimum bussum. Koyrt verður út Hósvík og av Eiði hvønn tíma frá kl 16 til kl 22 allar gerandisdagar í árinum.

Leið 2 kemur at koyra sum áður. Tó so er ferðaætlanin tillagað nakað so hon passar betur við leið 400 hjá SSL úr Tórshavn og norðureftir.

- Vit í Sunda kommunu fegnast um sáttmálan við HK Bussar og kommunala samstarvið við Eiðis kommunu, sum við nýggju Leið 1 og Leið 2 leggur góðan gróðrarbotn undir ítróttarvirksemi, frítíðarvirksemi og aðra ferðing í økinum úr Hósvík til Eiðis og noður til Tjørnuvíkar allar gerandisdagar í árinum, sigur kommunan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo