Bæði Mirror og The Telegraph skriva í morgun at Claude Puel hevur fingið fótin sum venjari í Leicester City, og tað váttar felagið eisini á Twitter.
Leicester hevur ikki vunnið ein dyst síðani 1. januar, og hevur tapt seks av sínum sjey seinastu dystum.
"The foxes" taptu 1-4 móti Crystal Palace í gjárkvøldið.
Puel er triði venjarin hjá felagnum eftir at Claudio Ranieri leiddi felagið til meistaraheitið í Premier League fyri trimum sesongum síðani.
Leicester City Football Club has today (Sunday) parted company with Claude Puel, who leaves his position as First Team Manager with immediate effect.https://t.co/VoZnGBJ8Up
— Leicester City (@LCFC) February 24, 2019
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo