Allir hinir flokkarnir hava nú skyldina í, at Tjóðveldi gjørdist "prügelknabe", skrivar fyrrverandi borgarligi miðilin Norðlýsið í seinasta leiðaranum.
Til teir lesarar, sum ikki eru so stinnir í týskum, sum skrivarin av leiðaranum, so merkir týska orðið sambært Sprotanum: syndabukkur.
Norðlýsið er nú farið upp í KVF-kórið og harmast um stóru afturgongdina hjá Tjóðveldinum í Klaksvík, sum Fólkaflokkurin og einamest Sambandsflokkurin skulu ábyrgdast fyri í formi av teirra atgerðarloysi í fiskivinnuni.
- Tjóðveldi kann so ikki lastast fyri at hava ligið á tí løtu síðuni. Tað kunnu fleiri av hinum flokkunum, er niðurstøðan hjá Norðlýsinum.
Og saman við øllum teim rósandi orðunum til Tjóðveldi, so drýpur tað eisini nakað niður á deknin, Sjálvstýri.
- Um nakar kann tváa hendur, er tað Sjálvstýri, skrivar Norðlýsið.
Sami høvundur hevði ein frálíkan leiðara fyri kortum, sum vísti á, hvussu gamla skipanin hevði ment fiskivinnuna og tað eisini og ikki minst í Klaksvík.
Men nú fekk pípan brádliga eitt annað ljóð, nú valið nærkast og kumpassin hjá Norðlýsinum skal rættast.
Hevur Norðlýsið fingið ringa samvitsku, kundi onkur spurt.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo