Danska Legofyritøkan vil ikki stuðla heimskenda kinesiska listamanninum Ai Weiwei, sum ætlar at gera eitt listaverk úr Lego í Avstralia.
- Vit stuðla ikki politiskari list, sigur danska fyritøkna, ið hevur deildir um alla verðina og 21. oktober lat upp eitt Legoland í Shanghai.
Tað verður sagt í hesum Instagram boðunum: trýst her
Bretska avísin The Guardian boðar samstundis frá, at 58 ára gamli kinesiski listamaðurin, ið er kendur sum ein poppstjørna, hevur fingið so nógvar stuðlar á netinum, at møguleikar eru fyri, at listaverkið kortini kann verða gjørt á The National Gallery of Victoria.
Men Børsen skrivar við Ritzau sum keldu, at Ai Weiwei ístaðin hevur lagt myndir á netið, har hann skolar Lego kubba niður í vesikummuna, og ætlar at fáa allan heimin at boykotta Lego.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo