Tórshavn.fo: Bólkurin Reyðar tomatir, sum vann silvur í føroyska partinum av kappingini First LEGO League, var og vitjaði á Ráðhúsinum í Havn í gjár.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, tók ímóti.
28 lið kappaðust í First LEGO League í Føroyum, og bólkurin Reyðar Tomatir í 6.a í Skúlanum á Fløtum vann fýra steyp og gjørdist silvurvinnari í kappingini.
Borgarstjórin bjóðaði frukt og sodavatn, og fekk eitt hugnaligt prát við silvurvinnararnar.
Gull og silvurvinnararnir úr Føroyum sleppa at kappast í finaluni í Danmark, sum verður 25.november.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo