Sjónleikararnir venja av fullum alvi til frumframførsluna av skemtileikinum “Renn fyri vívinum”, sum fer at ganga í Losjuni við Gøtugjógv komandi tíðina.
Skemtileikurin um forvirraða taxasjaførin John Smith, sum er giftur tveimum konum, er í roynd og veru ein klassikari, sum síðani 1983 hevur givið áskoðarum um allan heimin láturkrampar.
- Í ár hava vit valt ein víðagitnan og ómetaliga stuttligan leik, og sum venjingarnar ganga í løtuni, so ivist eg ikki í, at áskoðararnir fara at stuttleika sær saman við okkum, sigur Noomi Reinert, leikstjóri.
“Renn fyri vívinum” er ein farsa, har áskoðarin verður sogin inn í eina stuttliga og skjóttgangandi fløkju, sum nakrir av leikarunum royna at loysa, ímeðan aðrir ganga púra óvitandi. Heimskendi høvundurin Ray Cooney skrivaði leikin í 1983, og ígjøgnum ár og dag hevur “Run for your wife”, sum hann eitur á enskum, bæði verið nógv spældur og væl dámdur.
Sunnukvøldið verður leikurin fyri fyrstu ferð vístur á palli í Gøtu, og sostatt fáa allir føroyingar skjótt møguleika fyri at sleppa við inn í hurlivasaheimin hjá John, ímeðan hann jonglerar ímillum bæði hjúnabond síni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo