![E 27](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/c/0/csm_E_27_5c8b5c6757.jpg)
![E 27](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/c/0/csm_E_27_5c8b5c6757.jpg)
- Hetta er ein av teimum villastu søgunum í hesum villu koronatíðum. Fyrrverandi Formul 1-sjefurin Bernie Ecclestone (89) verður pápi aftur um tríggjar mánaðir.
Skrivar sveisiska stóravísin Blick í dag.
- Tað verður ein drongur, avdúkar komandi mamman, Fabiana Flosi, fyri avísini.
Sjálv er hon 44 ár. Stórhendingin verður umtalað í fleiri miðlum í kvøld, millum annað eisini í týska tungvektaranum Focus.
Fabiana Flosi er sett at eiga í juli. Frá tveimum øðrum giftum hevur Ecclestone døtrirnar Deborah (65), Tamaru (35) og Petru (31).
Tær báðar síðst nevndu hava ofta verið at sæð í jetsettumhvørvinum.
Ecclestone hevur eisini fimm abbabørn, skrivar norska Dagbladet.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo