Liverpool-legendan Jamie Carragher er ikki fegin um, at fyrrverandi felag hansara hevur valt at brúka ein av hjálparpakkunum hjá stjórnini, skrivar TV 2.
Liverpool skrivar á síni heimasíðu, at felagið hevur valt at brúka ein hjálparpakka hjá stjórnini, og koyrur starvsfólk til hús sum so fáa 8o prosent dekkað av lønini. Liverpool rindar so tey 20 prosentini, so tey sum eru send til hús ikki fáa peningaligan miss.
- Eg hevði væntað meira av Liverpool. Kreppupakkin til arbeiðsmarknaðin er víðkaður fyri at bjarga minni og viðbreknum fyritøkum so tær ikki fara á heysin. Ikki til at gjalda múgvandi feløgum við skattaborgarans pengum, sum tørvur er á aðrastaðni, skrivar fótbóltsviðmerkjarin hjá The Times, Henry Winther, á Twitter.
Sky Sports skrivar, at talan er um 200 starvsfólk, sum eru send til hús undir skipanini hjá stjórnini.
Heldur ikki Liverpool-legendan Jamie Carragher er fegin um tiltakið hjá enska stórfelagnum.
- Jurgen Klopp vísti samkenslu í byrjanini av hesi alheimsfarsóttini, og seniorleikararnir talaðu fyri, at Premier League-leikararnir valdu at fara niður í løn. Nú er øll tann respektin og goodwill fokin. Tað er nakað lort, LFC, skrivar fyrrverandi verjuleikarin á Twitter.
Furloughing? Expected better from Liverpool. Coronavirus Job Retention Scheme designed to help smaller, vulnerable businesses weather the storm not give wealthy clubs taxpayers’ money needed elsewhere. Good that staff getting full wages but furloughing feels against LFC’s values.
— Henry Winter (@henrywinter) April 4, 2020
Jurgen Klopp showed compassion for all at the start of this pandemic, senior players heavily involved in @premierleague players taking wage cuts. Then all that respect & goodwill is lost, poor this @LFC https://t.co/9bE8Rw1veE
— Jamie Carragher (@Carra23) April 4, 2020
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo