Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Vit áttu at gjørt skipanir, sum hava til endamáls at lofta, hjálpa, stimbra og stuðla mammuni, barninum, pápanum, ja, familjuni allari. Tískil hevði eg vónað – men heilt erligt tíverri ikki væntað – at CEF samgongan fór at koma við einum visionerum uppskoti, har lívið varð sett í fokus.

Lív, sum ikki eru verd at liva. Tað var eitt sindur yvirskriftin, sum eg sat eftir við, tá dagurin 8. januar legði saman hendur, náttin var fallin á, og eg setti meg at skriva hesi orð. Tíðindini á døgurða vóru, at nýggj fosturtøkulóg er á gáttini. Frí fosturtøka til og við 12. viku, umframt ein ørgrynna av undantøkum, sum kunnu geva rætt til fosturtøku langt forbí tær 12 vikurnar. Sera frí fosturtøka.

Eitt innslag var eisini, har áhugafelagsskapurin, Arvasjúkan, bar fram nøkur sjónarmið. Millum annað at foreldur eiga at kunna vita, um tey bera álvarsliga sjúku í ílegum sínum, í staðin fyri at fáa tað staðfest, tá ið eitt sera sjúkt barn er komið í fangið. Tað ber væl til at fyribyrgja sjúkunum, og tískil er ynskiligt at fáa eitt kanningartilboð, so at hesar ílegur kunnu verða eyðmerktar,  og møgulig børn, ið bera hesar álvarsligur sjúkur, ikki borin í heim. Hetta ber væl til við t.d. eftirgjørdum gitnaði, har eggið, tá tað er gitið, verður kannað fyri hesar sjúkur, áðrenn tað verður sett upp í lívmóðrina. Eisini ber til at kanna barnið tíðliga í viðgongutíðini fyri at vita, um tað er sjúkt, varð sagt.

Sat eftir við eini tungari og óunniligari kenslu eftir tíðindini henda dagin. Eisini samkenslu, tí eg eri greiður yvir, at umstøðurnar kring fosturtøkuproblematikkin mangan eru tungar og toførar. Og at eingin kennir mein í annans bein, tað veit eg eisini væl. Ynski mítt við tí, eg her skrivi, er ikki leggja nøkrum orð í munnin, men heldur at seta orð á nakrar tankar, sum komu fram fyri meg, sum eg sat undir tíðindunum.

Kjakið um fosturtøku og tað, sum er tengt at hesum, er so heilt ómetaliga álvarsamt. Tað eru so nógvir og djúpir tættir í tí, og heilt grundleggjandi kann verða spurt, hvat vit vilja skal sermerkja okkum sum samfelag – ja, framkomið samfelag, sum okkum dámar so væl at siga. Hvat ger frí fosturtøka? Hvørjar kunnu avleiðingarnar hugsast at verða? (Vit vita við vissu, at tær í hvussu er eru ultimativar fyri tey fostur, ið verða tikin.) Skulu vit annars vita alt? Kenna hvønn veikleika, sum vit bera í ílegum okkara? Verður tilveran lættari av slíkari vitan? Verður verðin eitt betri stað? Nógvir ómetaliga stórir og átrokandi spurningar eru at spyrja í kjakinum. Ikki minst hjá teimum, ið smíða lógir landsins. Ábyrgdin er stór.

Eg havi altíð havt eina fatan av, at føroyingar hava djúpa virðing fyri lívinum. Men hetta óunniliga rákið kring okkum við fríari og fríari fosturtøku, ættarrøkt (eugenik) og eisini aktivari deyðshjálp skapar hugasambond til tað, sum gekk fyri seg í Týsklandi í 1939-1945 undir heitinum Aktion T4. Tað er haðani orðini í yvirskriftini hjá mær “Lebensunwertes Leben” eru kend – lív, sum ikki eru verd at liva. Týsku myndugleikarnir sóu tey veiku sum eina byrði fyri familjuna, fyri samfelagið og enntá fyri tey veiku sjálvi; hildið varð uppá, at tey vóru ólukkulig, og at lívið snøgt sagt ikki var vert at liva. Høvuðshugsanin handan Aktion T4 var “Volksgemeinschaft”, sum merkti, at hetta tænti samfelagnum best – at tað var “for the greater good”, sum tikið verður til. Ættarrøkt rullað fult út, kann man siga.

Nú, kristna lísvsáskoðanin, sum føroyingar í øldir hava bygt á, sigur greitt, at tú ert ikki, bara tí tú hevur evnini at hugsa sjálvstøðugt. Tú ert ikki, bara tí tú hevur eitt spakuliga spírandi tilvit. Ella spakuliga følnandi tilvit. Tú ert ikki, bara tí tú ert ynskt. Tú ert ikki, bara tí tú ikki bert brek ella sjúku. Tú ert ikki, bara tí tú ikki hevur Downs syndrom. Tú ert ikki, bara tí tú ikki manglar ein arm. Tú ert ikki, bara tí at tú ikki hevur teir førleikar, tú einaferð hevði. Tú ert ikki, bara tí eitt etiskt ráð sigur tað. Tú ert ikki, tí at ein landsstýrismaður arbeiðir við eini fosturtøkulóg. Tú ert og hevur endaleyst virði, tí tú ert. Allur sum tú ert. Øll sum tú ert.

Og eg vildi ynskt, at tað var við slíkari lívsjáttandi lívsáskoðan sum útgangsstøði, at vit gjørdu skipanir sum loftaðu, hjálptu, stimbraðu og stuðlaðu mammuni, barninum, pápanum, ja, familjuni allari. Slepst undan fosturtøkum? Neyvan. Ber til at gera góðar skipanir lívinum at frama? Ja. Men tað má ein vilji til. Ein vilji at vilja lívið – eisini við teimum brotum, brekum og veikleikum, ið tað kann hava við sær. Tískil hevði eg vónað – men heilt erligt tíverri ikki væntað – at CEF samgongan fór at koma við einum visionerum uppskoti, har lívið varð sett í fokus. Har tað kom til sjóndar, at Føroyar og føroyingar eru serstøk tjóð í mun til grannar okkara, har fosturtøka er frí heilt upp í 22 og 24 vikur onkustaðni. Har sonevnd brek nærum ikki síggja dagsins ljós.

Úrslit landsstýrismansins og samgongunnar er í roynd og veru ein lóg, ið eltir eina døkka og blóðdálkaða slóð. Stóra fyrimyndin sær nevniliga út til at vera danska fosturtøkulógin frá 1973, sum í skjótt 51 ár hevur verið grundin til, at fleiri enn 900.000 fostur eru týnd í móðurlívi. 900.000. Skjótt fer at tátta í 1 millión. Talið talar týðiliga. Tað er ikki til at skilja, tó. Og nú verður av álvara tosað um at flyta markið fyri fría fosturtøku frá 12. til og við 18. viku.

Lebensunwertes leben. Á denn syrgiliga fyrimynd.

Bárður á Lakjuni, tingmaður Fólkafloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo