Uttanríkismálaráðharrin í Russlandi, Sergei Lavrov, heitti í gjár á Ukraina um at taka samráðingar upp við Russland heldur nú enn seinni, skrivar Institute for the Study of War (ISW) í síni dagligu rapport.
Áheitanin kom á einum fundi millum russiska og hvítarussiska uttanríkismálaráðið, har Lavrov segði, at tess drúgvari kríggið í Ukraina er, tess torførari verður at fáa samráðingar í lag, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo