Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur   eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari:  Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna
Svarari:  Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni:  Staðseting av Heilsuskúla Føroya

Spurningar:   
1. Eru ítøkiligar ætlanir um at lata upp eina deild av Heilsuskúla Føroya, sum er staðsettur í Suðuroynni, aðrastaðni í Føroyum?

2. Hava kommunurnar í Føroyum heimild at fara í holt við at útbúgva heilsuhjálparar og heilsurøktarar uttan um Barna- og útbúgvingarmálaráðið?

3. Hvørjum arbeiðir landsstýrismaðurin við fyri at royna at loysa starvsfólkatrupulleikan innan røktar- og umsorganarøkini?

Viðmerkingar:
Í ár 2000 varð avgerð tikin um, at Heilsuskúli Føroya skuldi vera á Tvøroyri, har skúlavirksemi byrjaði í 2001. Í 2009 flutti Heilsuskúlin í nýggj høli í Skúladeplinum í Suðuroy. Hetta er einasti skúli í Føroyum, har tað ber til at nema sær útbúgving sum heilsuhjálpari, heilsurøktari og námsfrøðihjálpari. 

Við jøvnum millumbilum eru neiligar røddir frammi um, at høvuðsorsøkin til starvsfólkatrotið innan røktar- og umsorganarøkini í Føroyum er staðsetingin av Heilsuskúla Føroya. 

Starvsfólkatrotið innan røktar- og umsorganarøkini er eins stórt ella størri í okkara grannalondum. Har eru heilsuskúlarnir nógvir í tali, eru spjaddir geografiskt, men støðan er tann sama, ella verri, við starvsfólkatroti.

Orsøkin er, at trupulleikin er nógv meira samansettur enn staðsetingin av skúlanum. 

Latið okkum royna at loysa veruligu avbjóðingarnar, sum elva til starvsfólkatrotið, og gevast við at sáa iva og ótta um Heilsuskúla Føroya. 

Latið okkum í felag brúka orkuna uppá at finna loysnir og taka ábyrgd, so tað verður meira lokkandi at arbeiða innan røktar- og umsorganarøkini. 

Vit tóku eitt sig rætta vegin við lønarlyftinum, men tað kann ikki standa einsamalt.

Á Løgtingi, 30. august 2024
Súsanna Bertholdsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo