Eldri, sum eru flutt á røktarheim, skulu eisini fáa loyvi til at liva og ikki bert yvirliva. Eisini tey skulu hava møguleika at luttaka í tí, sum Klaksvíkar kommuna bjóðar.
Okkara borgarar, sum hava fingið búpláss á røktarheimi ella sambýli, fáa ikki tilboð um at venja í Ven og Virka, sum Norðoya Bú- og Heimatænasta (NBH) bjóðar. Hetta fantastiska tilboð er bert galdandi fyri fólkapensjonistar, ið búgva í egnum heimi. Hetta er ikki rætt og skal ikki góðtakast.
Vit vita, at tað er bíðilisti at fáa búpláss, og onkuntíð verða búpláss latin teimum, sum ikki hava brúk fyri venjingarátøkum sum Ven og Virka. Tó kemur tað fyri, at fólk, ið búgva á eldraheimunum, kundu hugsað sær at sloppið at vant. Støður, ið gera tað neyðugt at flyta frá egnum heimi, eru ymiskar, og tað merkir ikki, at búfólkini ikki kunnu ella ynskja at virka aktivt. At flyta úr egna heimi er ein stór sorg í sær sjálvum, og tað er okkara ábyrgd at byggja lívið upp aftur á ein góðan og virðiligan hátt.
Tað krevur, at vit gerast betur til at lurta og síggja hvønn einstakan borgara. Vit skulu virða og styrkja sjálvsavgerðarrætt borgarans. Tað er ikki nokk, at hetta er fest á pappír – tað skal eisini vísast í verki. Fólk liva longri í dag, og tað er av stórum týdningi, at Klaksvíkar kommuna er ein góður viðspælari. Tað er hon í fleiri førum, men her haltar tað. Borgarar á heiminum skulu eisini fáa loyvi til at liva og ikki bert yvirliva. Tey skulu hava møguleika at luttaka í tí, sum kommunan bjóðar.
Røddir frá búfólkum og avvarðandi
Eitt búfólk sigur: "Tá eg flutti inn her, var eg nógv verri fyri enn eg eri í dag. So tá eg fekk bjóðað búpláss, tók eg av. Starvsfólkini hava ikki nóg góða tíð at ganga við mær. Eg gangi tí eitt sindur sjálv og venji inni á kamarinum, og tí eri eg so væl fyri, sum eg eri. Tá eg búði heima, kundi eg venja í Ven og Virka. Tað dámdi mær væl, men tað kann eg ikki í dag, sjálvt um tað er mítt ynski. Eg sakni eitt nú renniband, sum er í Ven og Virka. Tað hevði hjálpt væl upp á mína venjing. Eg eri sera kedd av hesum. Ofta droymi meg heimaftur, men eg havi ikki møguleika at fara heimaftur. Um eg ikki sjálv var so treisk, ja so hevði mín heilsustøða ikki verið, sum hon er í dag. Onkuntíð føli eg meg sum ein fanga."
Ein avvarðandi sigur: "Eg forstandi ikki, hví tann, eg varði av, ikki kann sleppa niðurundir í Ven og Virka at venja. Tað virkar undarligt, at bert tey, sum koma úti frá og eru her í góðar tríggjar vikur, kunnu fáa ágóðan av tí, meðan tey, sum búgva her fast, ikki sleppa. Tað skuldi eisini verið gott fyri tey, sum arbeiða, at búfólkini eru fysiskt væl fyri sum longst. Eg havi spurt meg fyri, og svarið var, at tey ikki vilja gera mun ímillum búplássini í kommununi."
Loysnir og møguleikar
Vit mugu gerast meira kreativ og betri til at hugsa í loysnum. Ein loysn upp á hetta kann vera, at røktarheim og sambýli fáa atgongd til Ven og Virka ávís tíðspunkt á degnum. Hetta kundi verið samskipað millum heimini og avvarðandi.
Mítt ynski er, at tann fysiski, sálarligi og sosiali tørvurin hjá teimum, sum búgva á bústovni, verður raðfestur enn meir. Vit eiga at tryggja, at allir okkara borgarar fáa møguleikan at njóta eitt virðiligt lív við innihaldi og aktiviteti. Eg vil hava, at tey sleppa at liva og ikki bert yvirliva.
Tað er okkara felags ábyrgd at gera hetta til veruleika!
Jóhanna Syderbø Grúkaskarð, heilsurøktari
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo