Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nógv gott (og minni gott) hevur verið sagt og skrivað nýliga um pensjonistar, pensjónsaldur, fólkapensjón, skatting og mótrokning.

Okkara uml 7.000 pensjónistar fáa útgoldið íalt uml 700 mió kr eftir skatt árliga.

Um einki verður gjørt, kostar hetta útgjald í 2033 yvir 1 mia kr árliga - og hækkar.

Tá vera bert 3-4 fólk á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist 68 ár og eldri.

Fyrr byrjaði vaksnalívið frá 15 ára aldri. Í 2033 verða øll ‘tannáringar’ til 30 ár.

Hjá teimum, ið lesa longst, verður bert eitt hanagleiv frá ‘Ungdommens Uddannelsensttøtte’ til ‘ellisrentu’

Tað útlitið er ein fíggjarlig marra fyri samfelagið og krevur m.a. 100-tals útlendsk arbeiðsfólk fleiri bara til eldrarøktina.

Stríðið er nú um pensjónsaldur og mótrokning í pensjónini av meirinntøku.

Hægri pensjónsaldur og 90.000 kr í eyka inntøku áðrenn mótrokning høvdu hjálpt, men virkar meiri, sum tá kellingin pissaði í buksurnar fyri at halda hitan.

Hví verandi pensjónsaldur?
Orsøkirnar til verandi pensjónsaldur finna vit í Danmark frá lógini í 1957.

Danir settu pensjónsaldurin til 67 ár, tí miðal livialdurin tá var undir 70 ár.

Tí livdi bert gott og væl annar hvør dani nóg leingi til at fáa fólkapensjón.

Føroyar ‘arvaðu’ donsku fólkapensjónskipina sum takk fyri NATO á Sornfelli.

Enntá rindaði statskassin yvir helvt av føroysku fólkapensjónini í ein mansaldur.

Nú liva føroyingar til 82 ár í miðal, t.e. 12-13 ár longur enn í 1960.

Fólkapensjón (o.a. ágóðar) eru í dag nógv betri enn tá, takkað kapitalismuni.

Ymsar grundir til verandi trupulleika
Ein brølari hjá løgtinginum fyrst í 1980-unum var ikki at seta í verk eina persónliga pensjónstrygging fyri øll á arbeiðsmarknaðinum.

Undirritaði reisti frá 1978 nakrar ferðir málið um eina ‘fólkatrygging’, til hvør løntakari við arbeiðsgevara (t.d. 40-60%) spardi 15% av síni inntøku til eginpensjón.

“Í politikki ber til at fáa so mangt samtykt, bert onkur annar fær æruna” (Reagan).

Uppskotið fekk ongantíð fleiri atkvøður enn Fólkafloksins 6-8 tingfólk.

Nú er ein slík eginpensjón við upp til 15% inngjaldi, men hon kom ov seint, og er enn er langt á mál.

Um samtykt nóg tíðliga hevði hvør 67 ára gamal løntakari í dag átt 2-3 mió kr í pensjónstrygging, (50-60% eru lívlong rentutilskriving), og Føroyar fleiri mia kr íalt eins og norðmenn og danir.

Ein orsøk var, at Føroya Arbeiðarafelag og vinstrasíðan á tingi í áravís saboteraði ta persónligu og kravdi ‘samhaldsfasta’ pensjón, sum enn er eitt neyðaregg.

Skulu vit nú fáa kúvend í pensjónsmálið, so batar lítið at pilka við smálutir sum pensjónsaldur, mótrokning og at pjøssa verandi skipan.

Sterkur lútur til skurvut høvd
Vit mugu umhugsa veruligar ábøtur sum eitt nú:

1. at gera 67-ára pensjónsaldur til minstamark,

2. at strika markið fyri hægst loyvdu skattafríu eyka inntøku (nú bert 40.000 kr).

3. at strika mótrokning í pensjónini,

4. at skatta pensjón o.a. inntøku saman sum vanliga inntøku,

5. at løntakari og arbeiðsgevari saman avgera, nær ein velur at gevast at arbeiða,

6. at tann sparda pensjónin frá t.d. 67 ára aldri verður útgoldin árliga frá tí, ein gevst at arbeiða,

7. at tað loysir seg hjá eldri við heilsu og hugi at halda fram at arbeiða sum longst,

8. at spard fólkapensjón hækkar eitt nú 10-15% árliga frá 67 ára aldri, til ein eldri gevst at arbeiða og fær sína spardu pensjón útgoldnað í størri upphæddum enn nú,

9. at ‘flatskatturin’ lækkar úr nú 40% niður í eitt nú 35% (lægri skattatrýst økir altíð arbeiðs- og inntøkuhugin hjá øllum. Tað er vanligt borgarligt vit og skil).

10. at vit geva tí ‘gráa gullinum’ skattafrið og -náðir til skapa størri virði við arbeiði, altso at spinna meiri gull til sín sjálvs og tískil til land og kommunur.

Eggja sum flest 67 ár og eldri
Nevndu 10 ábøtur høvdu eggjað fleiri enn teim nú 53% av 67-75 ára gomlum, so tey høvdu arbeitt optimalt eftir orku og hugi og ikki eftir mótrokning.

Tað hevur ovurstóran týdning, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum hækka inngjaldið til persónligu pensjónina upp í minst 15% av lønini.

Jú størri eginpensjón, jú minni útreiðslur netto fyri landskassan.

Tað er ikki nóg mikið, at bert fakfeløg teirra hægri (og fast alment) løntu hava slíka samansparing til eginpensjón. Hon má galda øll.

Vit noyðast at gevast at líta alt lívið upp til sosialkassan.

Tað, øll (halda seg) eiga, eigur eingin. Tað er sama sosialistiska fals sum ‘ogn Føroya fólks.’

Tað, at øll hava ‘ábyrgd’ av eini alfevnandi almennari sosialari andingartóli, er sama svindul sum sosialistiskt kollektivt jarðarbrúk og verður at enda køvt.

Sosialisman er øvund sett í politiskt system og javnar alt á botn, serliga arbeiðshugin til eyka avrik.

Tað er sosialistisk kúging at tvinga eldri (frísk og ferðug) fólk at noyðast heim at trilla tumlar, at spinka og spara:

1. tí at verandi pensjón og loyvd eyka inntøka eru bæði ov lág, og

2, tí at mótrokningin kverkrar allan arbeiðs- og inntøkuhug.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo