Ráðgevarablaðið: Eyður Pálsdóttir er 28 ára gomul og bachelor í arkitekturi. Upprunaliga fór hon at lesa løgfrøði í Keypmannahavn, men skifti útbúgving, tí hesin lesturin var ikki nakað fyri hana.
Loysnin var at fara til Ningbo í Kina at lesa til arkitekt á bretska University of Nottingham.
”Vit gera ofta heimin stóran og ræðandi, men tað er hann ikki, og í Kina hevur verið gott at vera.”
Eyður Pálsdóttir situr í fundarhølinum á arkitektastovuni hjá Eyðuni Eliasen í Krosslíð í Havn og greiðir frá sínum upplivingum í heimsins fólkaríkasta landi. Har var hon í trý ár og las til arkitekt við serligum atliti at umhvørvi og burðardyggari bygging.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo