Tað gjørdist bara til eitt sindur yvir seks mánaðir í venjarastólinum hjá Lars Olsen í Superliga-felagnum Esbjerg FB.
Í gjár samdust partarnir, eftir ynski frá 59 ára gamla Lars Olsen, fyrrverandi landsliðsvenjari hjá føroyska landsliðnum, at enda samstarvið, skrivar EB.dk.
- Vit høvdu vónað at Lars Olsen stóð á odda fyri Esbjerg í fleiri ár, men eftir kunningina í gjár um at allur leikarahópurin ikki hevði álit á honum, hava vit valt at eftirlíka ynski hansara um at gevast sum venjari, sigur sportsjefurin Jimmi Nagel á heimasíðuni hjá felagnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo