Danski uttanríkisráðharrin Lars Løkke Rasmussen hevur ikki viljað gjørt viðmerkingar, eftir at tað er avdúkað, at hann er lumpaður upp um bæði oyru av russisku skemtarunum Lexus og Vovan, sum góvu seg út fyri at vera ein afrikanskur diplomatur.
Lars Løkke Rasmussen sigur í samrøðuni millum annað, at hann ikki væntar Ukraina hevur nakran tjans at blíva limur í ES eins og hann sigur sína hugsan um kríggið ímillum Russland og Ukraina.
Ímóti endanum á 'fundinum' verður eisini komið inn á ringa viðferð, sum donsk djór fáa, og tá kemur føroyska grindadrápið sum vera man upp at venda.
Russisku skálkarnir hava áður lumpað týðandi politikarar úr bæði Finnlandi og Svøríki og skaffa sær atgongd til loyniligar fundir á Christiansborg.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo