Danski uttanríkisráðharrin Lars Løkke Rasmussen er í morgun komin á almenna vitjan í Miðeystri, har hann skal hitta umboð fyri bæði ísraelskar og palestinensiskar politikarar.
Uttanríkisráðið sigur, at Lars Løkke Rasmussen fer at siga seg stuðla Ísrael í royndunum at berja niður yvirgang, men samstundis eisini siga seg stúra fyri vandanum fyri, at stríðið sum er fer at gerast verri enn tað longu er.
Hann skal hitta ísraelska starvsbróðurin Eli Cohen og palestinska forsætisráðharran í Ramallah, Mohammad Shtayyeh.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo