Leygarkvøldið 6. februar kl. 20 kemur tann amerikanski kontritónleikarin, Larry Gatlin, til Føroyar og fer at spæla í Reinsarínum.
Síðst í sjeytiárunum byrjaði hann at spæla saman við brøðrum sínum, Steve og Rudy, og teir gjørdust kendir sum Larry Gatlin & the Gatlin Brothers, og teir vórðu verandi kendir gjøgnum tað mesta av áttatiárunum.
Millum kendastu sangir teirra kunnu teljast ”Broken Lady”, ”All the Gold in California”, “Houston (Means I’m One Day Closer to You)”, “She Used to Be Somebody’s Baby” og “Talkin’ to the Moon”.
Hann er kendur fyri sína ríku tenorrødd og fyri poppkendu sangirnar, hann skrivaði og innspældi í sjeyti- og áttatiárunum. Hann hevur tó seinni árini verið kendur innan fyri gospelheimin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo