Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg var við til fleiri ljóðmátingar á  Skálafjørðinum fyri skjótt einum ári síðani.

Úrslitið av hesum mátingum vísti í ringasta føri nakað undir og nakað yvir 60 desibell av teimum mest larmandi skipunum.

Hvat ger Kommunufelagið og hesir ógegnigu menn so?

Jú, teir seta markið júst á hetta talið. T.v.s. teir sikra sær, at teir ringastu larmararnir sleppa ígjøgnum meskarnar. Við tí úrsliti, at eingin broyting verður.

Okkurt hendinga skip hevur gjørt eitt átak og er blivið friðarligt, men flest øll, sum hava havt møguleikan nú í mong ár at gjørt nakað við trupulleikan hava einki gjørt.

Við hesi kunngerð hevur kommunufelagið bert legalisera síni egnu ólíkindi. Og fólkið, sum er grannar hjá hesum havnum má og skal liva víðari við hesum trupulleika.

Jónsvein Simonsen
nevndarlimur í Heimafriði

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo