Hvannrók: Tað sýnist, at torført er hjá fólki á Hondbóltskjaki at halda seg til málið um trummur og sirenur í mansdystinum í Vestmanna. Kann upplýsa, at tá vit fyrireikaðu at byggja nýggja høll við Landavegin, tá var kannað uttanlands, hvørji krøv eru til altjóða hondbóltsdystir. Hesi krøv broytast við tíðini og gerast strangari.
Tá eg sá myndirnar frá báðum mansdystunum millum H71 og VÌF, hugsaði eg mítt. HSF roynir at fáa altjóða dystir spældar í Føroyum, men IHF góðtekur ikki føroysku hallirnar, tí eingin høll kring landið lýkur krøvini.
Skrivaði grein um hetta í 2013, og tá vóru stóru krøvini, at frá síðulinjuni til áskoðarabeinkirnar, skal vera minst tveir metrar. Áskoðarin hevur einki at gera á hondbóltsøkinum, hvørki undir dystinum ella aftan dystin. Alt hetta er gjørt til tess at tryggja hondbóltsspælinum, spælaran og dómaran.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo