Tekstur og mynd - Sonne Smith: Í roynd og veru var Stóra Dímun ikki í hennara huga, tá hon søkti, tí hon ætlaði sær starv í Havn. Tó, hennara umsókn var sum allar aðrar umsóknir opin til Føroya størsta skúla, Skúlan á Fløtum.
Hanus Joensen, skúlastjóri á Fløtum, ringdi til Beintu og bjóðaði henni tvey størv at velja í. Annað var eitt stuðulsstarv, hitt var starvið í Stóru Dímun.
- Nakað talaði fyri, eg eg skuldi taka av tilboðnum í Dímun, tí Hanus er góður við henda skúlan her í oynni, og hann vil senda gott fólk út higar, sigur Beinta og fegnast um, at hon verður hildin at vera væl skikkað til starvið.
Skúlin í oynni er eisini hennara heim. Hon býr her og er her mánaðir í senn. í skúlanum er alt tað, ið hoyrir til eitt heim. Her ger Beinta sær tað so hugnaligt sum til ber, og tað ber væl til í væl innrættaða skúlanum og heiminum í Stóru Dímun.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo