Skúlablaðið: - Eitt próvtal er ongantíð ein absoluttur sannleiki, men kemur altíð at vera ein meting av førleikum. Og tí kemur altíð ein ávísur lýtisjaðari at vera í metingini. Og tá tað er galdandi, so er gott at hava “breið” próvtøl, so próvtalið rakar so væl sum gjørligt, sigur Finnur Joen-Jacobsen.
Finnur er tí ímóti, at fleiri tøl koma inn í skipanina, so próvtølini verða “smalri”, men hann heldur, at tað kanska hevði verið gott at havt eitt tal afturat í toppinum til serliga góð avrik.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo