Skúlablaðið: - Tað eru nógvir vansar við tíðaravmarkaðum størvum. Verður hugt at tí fíggjarliga sjónarhorninum, so er tað streingjandi at vera undir tí trýsti tað er, tá tú ikki veitst, hvussu nógv tú vinnur um eitt ár.
- Støðan kann gera tað torført at fáa húsalán og sum heild leggja eina framtíðarætlan, bæði orsakað av, at tú ikki veitst, hvussu arbeiðstøðan sær út í framtíðini, og um pengarnir røkka til. Ein fyribilssetan kann sostatt vera við til at skapa strongd og ótta um framtíðina.
- Annar táttur er, at vit á hesum økinum ikki eru komin líka langt sum londini uttan um okkum at skipa arbeiðsmarknaðin, skrivar formaðurin í Lærarafelagnum, Herálvur Jacobsen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo