Skúlablaðið: Skúlastjórastarvið í Skúlanum á Fløtum er lýst leyst at søkja fyri aðru ferð, hóast 10 umsøkjarar vóru til starvið við fyrstu umbering.
Tað kemur fyri av og á, at myndugleikar lýsa almenn størv av nýggjum, tá ov fáir umsøkjarar eru.
At lýsa skúlastjórastarvið í Skúlanum á Fløtum leyst av nýggjum, tá 10 umsøkjarar eru, kann ikki sigast av vera annað enn sera óvanligt og undrunarvert.
Lærarafelagið og nógvir limir okkara standa spyrjandi, hvat er veruliga orsøkin til, at søkt verður av nýggjum? spyr formaðurin í Lærarafelagnum, Herálvur Jacobsen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo