Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Á myndini: Poul Nolsøe, løgfrøðingur hjá Føroya Lærarafelag, og Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags

Á myndini: Poul Nolsøe, løgfrøðingur hjá Føroya Lærarafelag, og Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags

Skúlablaðið: Tað var í juni í ár, at Mentamálaráðið gav skúlastjóranum í Sankta Frans skúla í Havn boð um ikki at úttala seg alment um skúlabygnaðin í sínum egna skúla.

- Á henda hátt setir Mentamálaráðið hansara grundlógartryggjaðu rættindi at úttala seg til viks. Okkara fatan er, at skúlastjórin hevur fullan rætt at umtala og kunna almenningin um almenn viðurskifti, sum snúgva seg um hansara egna arbeiðs- og heimildarøki, hóast hansara fatanir ikki heilt samsvara við Tórshavnar Býráðs og møguliga eisini Mentamálaráðsins ætlanir á økinum, sigur Lærarafelagið í klaguni.

Boðini til skúlastjóran vóru, at hann ikki skuldi “blanda “ seg upp í almenna kjakið um skúlabygnaðin í Sankta Frans skúla. Selmar Jacobsen var settur í starv at taka sær av innihaldinum í skúlanum og ikki arbeiða fyri og vera talsmaður fyri foreldrabólkin í Sankta Frans skúla, varð sagt. Málið hevur verið viðgjørt á hægsta embætismannastigi í Mentamálaráðnum, tí aðalstjórin var við í eini tíðindasending 9. juni 2016 um málið.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo