Skúlablaðið: Lærarafelagið hevur í eina tíð arbeitt við at skipa eina árliga veðurlagsvirðisløn. Virðislønin verður latin einum skúla, sum hevur stuðlað børnum og ungum at arbeiða við veðurlagsavbjóðingum og veðurlagsloysnum; tað kann vera ein skúli, ein flokkur ella ein bólkur av næmingum, sum hevur arbeitt veðurlagsavbjóðingunum.
Endamálið við virðislønini er at eggjað børnum og ungum at arbeiða við burðardyggum loysnum í fólkaskúlanum; hon er ætlað at eggja skúlum at arbeiða við veðurlagsavbjóðingum, og hvussu hesar avbjóðingar kunnu loysast. Eitt endamál er eisini, at virðislønin skal skapa uppmerksemi um veðurlagsavbjóðingar- og loysnir í øllum samfelagnum sum heild.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo