Skúlablaðið: Tá ið semjan millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið varð undirskrivað í januar í ár, vóru partarnir samdir um at endurskoða arbeiðstíðaravtaluna, sum viðvíkur kt-økinum, og at hetta arbeiðið skal verða liðug áðrenn árslok í ár.
Í semjuni stendur, at partarnir eru samdir um at endurskoða grein 4 í ískoytinum til arbeiðstíðaravtaluna, sum viðvíkur kt-vørði, herundir hvussu skipanin við akkordum skal verða broytt, ella onnur skipan gjørd í staðin, umframt at viðgera markabýtið millum land og kommunur á kt-økinum. Partarnir vóru eisini samdir um at heita á Kommunufelagið at vera við í hesi endurskoðan. Endurskoðanin skal verða liðug til 1. januar í 2019 við virknaði frá skúlaárinum 2019/20, verður sagt.
Nú eru tríggir mánaðir eftir av árinum, og Lærarafelagið hevur einki frætt úr Mentamálaráðnum hesum viðvíkjandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo