Synergi: Kom og lær um samráðingarteknikk við ein av heimsins fremstu. Peningurin er skjótt spardur innaftur. Skeiðið fekk TOPP-karakter seinast!
Hoyr hvat onnur siga um skeiðið:
Ragnar O. Sundstein, Looknorth
https://www.youtube.com/watch?v=yv6JzHl6r_g
Jóhan Petur Abrahamsen, Strandfaraskip Landsins
https://www.youtube.com/watch?v=UdFoy0NS2rE
Hvat sigur skeiðleiðarin, Keld Jensen?
https://www.youtube.com/watch?time_continue=19&v=s0L1dChJLEs
Vit samráðast allan dagin, við nærum øll um alt møguligt:
· Við veitarar um prís og sømdir
· Við stjóran um betri løn
· Við byggiharran, nær bygningurin skal vera liðugur
· Við makan um hvør skal keypa inn
· Politiskt um ymiskar avtalur
· Um betri prís uppá vaskimaskinuna
· Við børnini um nær tey skulu í song...
· Á skeiðinum um samráðingarteknikk fært tú
Vit liva í einari tíð, har tað mesta er "til forhandling". Nógv av okkara tíð fer til at argumentera fyri hesum ella hasum. Forhandlingar - ella samráðingar - er ein partur av gerandisdegnum hjá teimum flestu.
Óansæð um tú stendur yvirfyri starvsfelaganum, stjóranum, veitaranum ella einum á heimafrotninum, so handlar tað um at sannføra tey um, at títt hugskot er gott – tað besta - og at tey eiga at stuðla tær í tí.
Sambært samráðingarserfrøðinginum Keld Jensen, so hava vit árliga millum 8-10.000 samráðingar.
At duga væl at samráðast hevur sera stóran týdning fyri, um tú hevur succes ella ikki. Bæði í arbeiðslívinum og privat. Dugnalig samráðingarfólk skapa betri úrslit á arbeiðsplássinum og hava enntá betri lívsgóðsku. Hetta sigur ein av Top Thought Leader in Trust 2016 (og 2015), Keld Jensen, sum er skeiðsleiðari.
Hvønn er skeiðið fyri?
Skeiðið er fyri øll, sum kundi hugsa sær ein betri samráðingarteknikk, at blíva skarpari í samráðingini og at føla seg tryggari. Stjórar, verkætlanarleiðarar, politikarar, fakfelagsfólk, innkeypari, sølufólk og onnur við áhuga í evninum.
Kom og lær teknikkin frá ein av heimsins fremstu tann 7. og 8. juni.
Seinast varð útselt og skeiðið fekk hægstu eftirmeting!
Tekningarfreist er í dag 24. mai. Tekning HER! ella á www.synergi.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo