Á fundi í dag hevur J. &. K. Petersen gjørt sáttmálar við undirveitararnar í sambandi við Langhylin í Tórshavn.
Arbeiðstøkurnar vóru undirskrivaðar við Install, Renovent og Nomatek, og umfata hesar arbeiðstøkurnar el, HVS- og ventilation, og filturskipan.
J. &. K. Petersen vann lisitatiónina hin 1. oktober 2020 og varð sáttmáli undirskrivaður við Tórshavnar Kommunu hin 30. November 2020.
9. desember loysti Annika Olsen, borgarstjóri, fyrsta flagið, og so var klárt hjá J. &. K. Petersen at fara í gongd við verkætlanina, sum ætlandi skal vera liðug við árslok 2023.
Høvuðstøkusáttmálin er upp á 147,5 mió. kr. Tað er SNA sum hevur teknað og lagt Langhylin til rættis.
Í tilgongdini fram ímóti Langhylinum hevur Tórshavnar kommuna verið á fundum við altjóða svimjisambandið FINA. Sambandið hevur millum annað samskift við bygginevnd og teknisku fyrisiting í Tórshavnar kommunu um staklutir í uppskotinum fyri at taka øll neyðug atlit at krøvum til altjóða kappingar.
Langhylurin í Gundadali kann umframt allar føroyskar kappingar eisini hýsa altjóða kappingum nógv áratíggju fram í tíðina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo