Á samkomu seinnapartin loysti Annika Olsen, borgarstjóri, fyrsta flagið fyri Langhylinum í Gundadali. Borgarstjórin greiddi eisini stutt frá verkætlanini, sum er slóðbrótandi í føroyskari ítróttasøgu.
Tað er byggifelagið J&K, sum fer at standa fyri byggja altjóða langhylin, sum eftir ætlan verður liðugur við árslok 2023. Høvuðsarbeiðstøkusáttmáli er gjørdur við J&K uppá 147.5 milliónir krónur.
SNA hevur teknað og lagt Langhylin til rættis.
Langhylurin: Fyrsta lagið loyst Á samkomu seinnapartin loysti Annika Olsen, borgarstjóri, fyrsta flagið fyri...
Slået op af Tórshavnar kommuna i Onsdag den 9. december 2020
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo